2015-03-15 18:36
Av føroyskum skipum eru nú bara Fagraberg og Jupiter á lodnuveiðu, teir royna vestanfyri á Breiðafirði.
Fagraberg landaði seinasta túr á Vopnafirði ímeðan Jupiter og Finnur Fríði landaðu á Fáskrúðsfirði, Finnur Fríði er áveg heim, teir verða á Føroyum seint í kvøld.
??ll skipini uttan Fagraberg hava fiskað lodnukvotuna, Fagraberg kom so seint yvir til Ísland, og tað hevur viðrað so illa, at teir eiga 3.000 tons eftir - tí var avrátt, at Jupiter eisini skal fiska av kvotuni hjá Fagrabergi.
Næraberg, Tróndur í Gøtu og Christian í Grótinum eru á svartkjaftaveiðu vestur úr Írlandi, har hevur eisini viðrað illa, síðan skipini komu á fiskileið.
Norðborg liggur í Ánunum, nær teir fara avstað aftur, vita vit ikki í løtuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald