2015-03-26 18:48
Í gjár landaðu 4 trolarar á Kósini:
Vestmenningur og Skoraberg landaðu 150.000 pund og Stjørnan og Polarhav landaðu 275.000 pund.
Í dag landar Grønanes útvið 100.000 pund. Hjá øllum var meginparturin upsi.
Vestmenningur og Skoraberg eru farnir á beding, tá ið teir fara nýggjan túr, tá verður farið á gulllaksaveiðu.
Stjørnan og Polarhav rigga til at fara á gulllaksaveiðu, um teir verða klárir í kvøld ella møguliga í morgin, var ikki greitt enn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald