Vinna

Nú ber til at tekna seg til Aliráðstevnuna

...

2015-02-10 00:43 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Á aliráðstevnuni t. 6 mars verður greitt frá um marknaðarútlitini fyri aldan laks, eins og kikarin verður settur á samfelagsliga týdningin av alivinnuni. Eisini verða fyrilestrar um týdningarmestu avbjóðingarnar í sambandi við aling av laksi.

Nú ber til at melda seg til Aliráðstevnuna 2015, sum verður á Hotel Føroyum t. 6. Mars. Endamálið við aliráðstevnuni er at fólk í og kring alivinnuna og onnur við áhuga fyri alivinnuni kunnu hittast at fáa kunning, nýggja vitan og íblástur. Eisini eru góðir møguleikar at netverka.

Sum vanligt verða eina røð av framløgum, sum snúgva seg um alivinnuna og aling. Á skránni hesuferð eru m.a. marknaðarútlitini fyri føroysku alivinnuna, samfelagsbúskaparlig greining av alivinnuni, laksalús, AGD og kunning um alivinnuna í Íslandi. Eisini verður úrslitið av kappingini um besta úrslit 2014 kunngjørt.

Til ber at melda tilAliráðstevnuna 2015 her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder