2015-08-04 16:17
Summar Festivalurin heitir á fólk um at fáa sær armband uppá áðrenn festivalin.
??ll tey mongu túsund fólkini, ið ætla sær á Summar Festivalin um vikuskiftið, skulu hava armband upp á handliðið. Atgongumerkini, sum eru keypt í forsølu, skulu býtast um við persónligt armband, ið skal brúkast fyri at sleppa inn á festivaløkið.Longu nú ber til at fáa armband uppá. Hetta kann gerast á Torginum í SMS í Havn, í Telebúðini í Klaksvík og í deildunum hjá Norðoya Sparikassa í Klaksvík og Fuglafirði. Armbond fáast á hesum støðum í vanligum upplatingartíðum hjá teimum fram til hósdagin. Eftir tað verða armbond koyrd uppá við inngongdina til festivalin.
Summar Festivalurin heitir á fólk um at fáa sær armband uppá áðrenn festivalin, tí vandi er fyri longum bíðirøðum við inngongdina, um ov nógv fólk skulu armband uppá, tá ið festivalurin byrjar. Royndirnar vísa, at serliga áðrenn stóru konsertirnar, koma bíðirøðir, tí tá vilja so nógv fólk inn á festivaløkið samastundis, og nógv teirra hava ikki armband.
- Tað er lættari fyri allar partar, um so nógv fólk sum gjørligt fáa sær armband uppá áðrenn festivalin, siga fyrireikararnir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald