Vinna

Norðingur landar í Kollafirði - liðnir við sildakvotuna

...

2021-12-05 16:37 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Norðingur kom á Kollafjørð í morgun við 750 tonsum av sild, sum teir landa til Faroe Pelagic, teir landaðu eisini fríggjadagin í Kollafirði, tá høvdu teir 840 tons.

Norðingur er nú liðugur við sildakvotuna, teir fara nú at gera ymiskt viðlíkahaldsarbeiði, soleiðis at klárt er at loysa aftur fyrst í komandi ári.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder