Vinna

Norðborg og Christian í Grótinum landa í Ánunum

...

2014-08-02 16:22 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Norðborg og Christian í Grótinum sigla báðir inn fullfermdir, teir skulu landa í Ánunum, men fyrst verður farið á Fuglafjørð at bunkra, landa slógv og pumpað lýsið í tangarnar hjá Havsbrún.

Christian í Grótinum hevur uml. 650 tons av frystum, umframt slógv. 

Norðborg hevur góð 1.300 tons av frystum, 180 av lýsi og 100 tons av mjøli.

Kristian Martin Rasmussen, skipari á Norðborg, segði, tá ið vit tosaðu við hann fyri løtu síðan, at teir fyrst á túrinum leitaðu norðureftir, men tað var ikki nógv at síggja, eisini var tað smátt teir fingu norðanfyri, teir fóru tí vestur móti markinum, vit hava við Ísland, har teir hava fiskað meginpartin av tí teir hava. Støddin á makrelinum liggur mest um 360 gramm.

Kristian Martin sigur, at teir fara nýggjan túr sunnukvøldið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder