Vinna

Norðborg liggur eystur úr Føroyum og frystir makrel

...

2020-12-16 22:43 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Norðborg fór úr Ánunum seinasta leygardag, teir fóru at royna eftir makreli í ein útnyðring úr Foula, tað ið eftir var av makrelkvotuni var 700 tons, í fyrsta tovi fingu teir umleið 300 tons og seinna tov gav 400 tons, so var kós sett norðuryvir, teir komu í føroyskan sjógv í gjár og hava ligið eystanfyri, har teir heilfrysta makrelin teir hava í tangunum.

Vit tosaðu umborð fyrr í kvøld, Jón Rasmussen skipari segði, at teir roknaðu við at landa leygardagin.

Nú hava teir ikki meira kvotu í ár, tí verður skipið liggjandi í Ánunum til eftir nýggjár.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder