Vinna

Norðborg landar í Ánunum

...

2021-12-10 17:27 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Eftir at hava bunkra í Fuglafirði í nátt, kom Norðborg í Ánirnar í morgun at landa, teir hava:

1.165 tons av sildafløkum

200 tons av heilfrystari sild

180 tons av mjøli

200 tons av lýsi.

Teir byrjaðu fiskiskapin í føroyskum sjógvi, fóru so norðurum í altjóða sjógv, men komu skjótt aftur í føroyskan sjógv, teir seinastu dagarnar hava teir roynt tætt norður úr Føroyum.

Skipari var Jón Rasmussen.

Teir fara nýggjan túr tíðliga í morgin, Jón verður aftur skipari komandi túr.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder