2018-10-28 16:17

Norðborg kom á Fuglafjørð á midnátt í gjárkvøldið, har teir bunkraðu og pumpaðu 200 rúmmetrar av lýsi í tangarnar hjá Havnbrún.
Fyrrapartin í dag komu teir í Ánirnar, har teir landa 1.380 tons av frystum, harav er størri parturin sildafløk og restin avhøvdað sild, harafturat landa teir 260 tons av mjøli í Klaksvík.
Norðborg hevur bara roynt í føroyskum sjógvi.
??tlanin er at loysa aftur kl. 8 fyrrapartin í morgin.
??ll tey føroysku skipini eru nú stødd í altjóða sjógvi norðanfyri føroyska markið, tey eru á umleið 65N og 1V, har eru eisinin nógv íslendsk og russisk skip.
Fiskiskapurin í føroyskum sjógvi minkaði, men skipini hava rakt við á 65N.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald