2021-11-17 21:06
Norðborg, sum hevur verið í íslendskum sjógvi og fiskað sild, er komin á Fuglafjørð fyri løtu síðan, í nátt skulu teir bunkra og lata lýsi í tangarnar hjá Havsbrún, teir hava 250m2 av lýsi.
Tíðliga í morgin skulu teir landa í Ánunum, teir hava 1.365 tons av frystum, harav 1.045 tons eru sildafløk og 320 tons er heilfryst sild, harafturat hava teir 270 tons av mjøli.
Norðborg fer aftur til fiskiskað tíðliga fríggjamorgunin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald