Vinna

Norðborg landar í Ánunum í morgin

...

2021-10-28 19:52 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Norðborg, sum hevur roynt eftir sild í íslendskum sjógvi, er komin á Fuglafjørð, har teir í kvøld landa lýsi og bunkra olju til nýggjan túr, teir hava 200m3 av lýsi.

Kl. 8 fríggjamorgunin skulu teir landa sildamjøl og frysta sild í Ánunum, teir hava 280 tons av mjøli og 1.270 tons av frysum, har av 1.050 tons er sildafløk og 320 tons heilfryst sild, segði Hans Klakkstein skipari við okkum á JN fyrr í dag.

Teir fara nýggjan túr leygarmorgunin kl. 8.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder