2021-11-28 19:14

Norðborg hevur gjørt ein skjótan sildatúr, teir fóru avstað fríggjadagin 19. november, teir hava roynt í ísendskum og føroyskum sjógvi.
Teir hava 1.330 tons av sild, harav eru 1.000 tons sildafløk og restin er heilfryst, umframt tað hava teir mjøl og lýsi.
Norðborg fer fyrst á Fuglafjørð, teir verða á Fuglafirði á midnátt, har teir skulu bunkra góð 200 tons av olju til komandi túr og pumpa lýsi í tangarnar hjá Havsbrún.
Teir landa í Ánunum tíðliga í morgin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald