2014-11-11 05:17
Norðborg kemur í Ánirnar um middagin í morgin við tilsamans 780 tonsum, harav 600 tons er heilfryst sild, og 180 tons er svartkjaftur, eisini hava teir eitt sløð av mjøli. Veiðan verður øll løgd upp í Ánunum.
Vit tosað umborð fyri løtu síðan, teir vaska skipið og gera klárt at koma inn, samstundis sum teir leita eystur ímóti norska markinum.
Væntandi kemur Norðborg at liggja í nakrar dagar, áðrenn teir fara á svartkjaftaveiðu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald