Vinna

Norðborg landar á Reyðarfirði

...

2015-02-14 15:53 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Norðborg, sum hevur verið á lodnuveiðu útfyri Norðurlandinum, fór í gárkvøldið at sigla eystureftir, teir komu á Eskifirðin tíðliga í morgun, har teir koyra tað stóru nótina í land, tí teir høvdu skrætt illa. Tá ið nótin er komin í land, fara teir á Reyðarfjørð at landa. 

Lodnan er heilfryst umborð.

Tað hevur verið sera ólagaligt veður hendan túrin.

Finnur Fríði er eisini á lodnuveiðu, teir hava roynt útfyri Eysturlandinum, síðani teir komu til Ísland, í morgun eru teir staddir beint eystur úr Skrúður, sum er beint út fyri Reyðarfirði.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder