2021-12-18 20:46
Norðborg er komin undir land norðanfyri, teir skimma nú skipið til jóla áðrenn teir koma inn.
Norðborg hevur roynt í føroyskum sjógvi norðanfyri, teir hava 1.280 tons av frystum, harav 1.100 tons eru sildafløk og 180 tons er heilfryst sild, harafturat hava teir 200 tons av mjøli og 140 tons av lýsi.
Norðborg kemur í Ánirnar sunnukvøldið, teir skulu landa tíðliga mánamorgunin.
Skipari er Jón Rasmussen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald