Vinna

Norðborg kemur heim úr íslendskum sjógvi

...

2020-11-02 10:20 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Norðborg, sum hevur verið í íslendskum sjógvi á sildaveiðu, beint vestanfyri føroyska markið, er á veg heim fullfermd.

Teir hava 1.380 tons av frystum, harav 160 tons er heysað sild og 1.220 tons eru sildafløk, harafturat hava teir 280 tons av mjøli og 170 tons av lýsi.

Teir koma á Fuglafjørð seint í kvøld, har skulu teir pumpa lýsið í tangarnar hjá Havsbrún og eisini skulu teir bunkra í Fuglafirði í nátt.

Í morgin skulu teir landa í Ánunum, sigur Jón Rasmussen skipari við okkum á JN.fo

Norðborg hevur gjørt ein skjótan túr, teir fóru úr Ánunum fyri 9 døgum síðan.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder