
Norðborg kemur á Fuglafjørð á middegi, har teir skulu bunkra til næsta túr, eisini skulu teir landa mjøl í Fuglafirði.
Í morgin tíðliga fara teir í Ánirnar, har teir skulu landa makrelin, sum er skráskorin. Teir hava fulla frystilast.
Norðborg fór fyrst til Eystur-Grønlands, har teir partrolaðu við Christian í Grótinum, Norðborg frysti tá 800 tons av skráskornum makreli, teir fóru so at leita eftir sild norðalaga á við Eystur-Grønland, men hóast teir sóu eitt sindur, so loysti tað seg ikki at fiska.
Norðborg og Christian í Grótinum komu so í altjóða sjógv norðanfyri føroyska markið, har teir saman við Christian í Grótinum hava fiskað í nakrar dagar. - Christian í Grótinum kom inn at landa fyrst í vikuni.
Í morgun hava teir ligið í Djúpunum, har teir hava vaskað alt skipið upp og niður.
Vit á JN.fo hava tosað umborð við skiparan Jóhan Isaksen, hann segði, at tað er sera góður makrelur teir koma við, bæði úr Eystur-Grønlandi og tað teir hava fiskað í altjóða sjógvi.
Norðborg landar í morgin, ætlanin er at fara nýggjan túr seint fríggjakvøldið.
Tað eru 22 mans við hendan túrin, skipari er Jóhan Isaksen úr Klaksvík.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald