Vinna

Norðborg hevur fiskað lodnukvotuna

...

2015-03-04 13:33 Author image
placeholder

 Norðborg fór í gjárkvøldið at sigla til Føroyar fullfermd av lodnu, 1.300 tons av frystum og 600 tons í tangunum.

JN.fo tosaði við við skiparan Jón Rasmussen í gjárkvøldið. Jón segði, at nú var lodnukvotan hjá teimum øll fiskað, teir hava á túrinum landað á Eskifirði  og eisini í Reykjavík. 

Teir fiskaðu nú millum Oyggjarnar og Torleifshøfn.

Norðborg verður á Ánunum seint í kvøld ella hósnáttina, teir skulu leggja nøkur 100 tons upp í Ánunum, síðan fara teir út aftur at framleiða tað, sum er í tangunum. 

Um vikuskiftið ella fyrst í komandi viku landa teir so aftur í Ánunum.

Jón Rasmussen segði, at skipið kom at liggja í nakrar dagar, tí svartkjafturin, sum skipini fingu í føroyskum sjógvi var ov smáur til at framleiða til fløk - hvussu leingi teir komu at liggja visti hann ikki reiðuliga.

Hini skipini sum eru á lodnuveiðu - Jupiter og Finnur Fríði - sigla í kvøld eysturyvir, hann sigur frá nógvum vindi á Vesturlandinum. Finnur Fríði royndi vestanfyri Reykjanes og Jupiter royndi tætt vestur úr Oyggjunum í dag. Jupiter hevur uml. 1.000 tons inni, hvat Finnur Fríði hevur vita vit ikki.

Sagt var frá í dag, at teir eisini fingu lodnu á Suður- Eysturlandinum. Lodnan er nú byrjað at gýta, tá gerst fiskurin bleytari og tí verri at arbeiða.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder