2014-11-07 14:25
Norðborg er nú farin aftur á sildaveiðu norðanfyri, teir eru í morgun staddir á uml. 64N og 4V. Annars byrjaði Norðborg túrin sunnanfyri, har teir leitaðu eftir makreli í føroyskum sjógvi, men har var einki at síggja, hvørki makrelur, sild ella svartkjaftur.
Í gjár fingu teir loyvi at fiska 600 tons av sild afturat.
Tað hevur verið nógv sild at sæð norðanfyri, men hvussu er í morgun vita vit ikk beint nú.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald