2014-10-18 14:57
Norðborg kom á Fuglafjørð tíðliga í morgun, teir bunkra á Fuglafirði og fara síðan í Ánirnar at landa.
Norðborg hevur fulla last - uml. 1.300 tons, harav so gott sum alt er sildafløk, eitt sløð er heilfryst sild, eisini hava teir 200 tons av mjøli.
Norðborg hevur roynt norðast í føroyskum sjóøki, har eisini hini uppisjóarskipini, sum royna eftir sild eru stødd. Tað er nógv sild at síggja verður sagt.
Skipari á Norðborg er Kristian Martin Rasmussen.
Norðborg fer væntandi nýggjan túr sunnudagin.
Sí eisini: Atlantsfarið landar makrel í Kollafirði.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald