Vinna

Norðborg landar í Ánunum í morgin

...

2021-10-04 08:43 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Norðborg bunkrar í morgun í Fuglafirði, í morgin skulu teir landa í Ánunum. Norðborg hevur 860 tons av heysaðum makreli og 60 tons av mjøli.

Jóhan Isaksen skipari sigur, at veðrið hevur verið ólagaligt og smáligur fiskiskapur, men prísurin er góður, so alt í alt so er túrurin á eini leið.

Nú fara teir at leggja um til sildafiskiskap, so teir koma at liggja í nakrar dagar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder