Norðborg er farin at sigla inn, teir skulu byrja at landa í ánunum í morgin kl. 6.
Vit á JN.fo tosaðu við skiparan Jón Rasmussen fyri løtu síðan. Skiparin sigur, at teir hava 1.380 tons av heilfrystum svartkjafti, umframt 270 tons av mjøli.
Skiparin segði, at svartkjafturin teir hava fingið var smáur, støddin lá millum 80 og 90 gramm, tá ið fiskurin er so smáur, ber illa til at skera hann til flak, tí hava teir heilfryst tað mesta og gjørt mjøl burturúr tí allar smæsta.
Norðborg fór av Klaksvíkini 13 januar, veðrið hevur verið sera ólagaligt so at siga allan túrin, segði skipari Jón Rasmussen.
Manningin hendan túrin telur 28 mans.
Norðborg fer nú á lodnufiskiskap við Ísland, Jón Rasmussen segði, at teir beinanvegin fara at rigga til lodnufiskiskap, tá skulu teir brúka nót, at rigga til, kemur at taka hesa vikuna, so teir fara ikki avstað fyrrenn fyrst í komandi viku,
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald