Ítróttur

Nólsoyarsvimjingin 2013

...

2013-07-24 15:17 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Nólsoyarsvimjingin 2013 

Leygardagin tann 17 august kl 13.15 

Motiónssvimjarar, havsvimjarar og svimjiáhugaði annars.
Sekstanda árið á rað skipa vit fyri stuðulssvimjing til Nólsoyar, til frama fyri svimjihyl í Nólsoy.

Í ár eru aftur tveir teinar at svimja. 

1. Tann vanligi, har vit byrja niðanfyri hjá radioamatørunum. Teinurin er 4000 metrar til Nólsoyarbygd. 
2. Hin teinurin er 1000 metrar, har byrjað verður frá báti, ið liggur úti fyri bygdini.

??ll møtast hjá radioamatørunum kl. 12.00.
Klokkan 13,15 leypa tey, ið svimja 4000 m, á bláman yviri við Strond við Stóradamm, niðanfyri hjá radioamatørunum.Tey, ið svimja 1000, fara samstundis í bátarnar og sigla til startmálið 1000m úr Nólsoyar bygd, har tey byrja svimjingina kl 14.15.
Málið hjá báðum bólkum er Heiðursportrið niðri á keiuni í Nolsoy.
Kemur tú á land aðrastaðni, mást tú renna seinasta teinin.
Samarittar eru við á ferðini um fjørðin, at ansa eftir tær.
Nólsoyingar taka ímóti og hjálpa tær upp á land.

Tú skalt fáa til vega: 

1. Froskmanna- ella triatlonbúna. 
2. Bát at fylgja tær. Seksmannfar ella størri og minst tvey vaksin við. 
3. Báturin skal hava VHF. 
4. Hampuliga venjing.

Tilmelding:
Evald Rasmussen 583273 ella [email protected] 

Erlendur Simonsen 500604

Tilmeldingargjaldið er 200,00 kr fyri longar teinin og 100 kr. fyri styttra. 
Skal gjaldast á konto 6460- 1593767, merkt Stuðulsnevndin.
Samskipari: Erlendur Simonsen 500604

Stuðulsnevndin fyri svimjihyli í Nólsoy.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder