Vinna

Nógvur makrelur verður landaður um vikuskiftið

...

2014-08-09 14:20 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Fleiri skip sigla inn við makreli, tey skulu landa um vikuskiftið.

Slættaberg kemur á Kollafjørð áðrenn middag, Fagraberg kemur seinnapartin eisini á Kollafjørð, Grunnabarð siglir inn, teir fara helst á Tvøroyri.

Høgiklettur landar á Tvøroyri og Fram hevur landað á Kollafirði í nátt, Fram loysti av Kollafirði aftur um 8-tíðina í morgun og Finnur Fríði loysti av Tvøroyri í nátt, teir eru í løtuni staddir beint vestur úr Mykinesi.

Tey flestu skipini royna í útnyðring úr Føroyum á uml. 63N og 10V, har eru í løtuni fleiri enn 25 føroysk skip.





Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder