JN

Nógvir føroyingar í Turkalandi

...

2016-07-16 00:01 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Tað eru nógvir føroyingar í Turkalandi í summarferiu - hvussu nógvir er ringt at meta um, men vit vita um fleiri, føroyingarnir halda mest til í sunnara parti av landinum.

Vit hava í kvøld havt samband - via internet - við eina føroyska damu, sum er har. Hon sigur, at tey har hon er hava ikki merkt so nógv til ófriðin, sum mest valdar norðanfyri, men tað ber ikki til at ringja - Á hotellinum har hon er, hava tey hugt eftir støðuni í Ankara í sjónvarpinum - Hon leggur afturat, at tey hava fingið boð um at verða innandura.

Hvussu verður við flúgving til Turkalands í morgin - er enn ógreitt.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder