2014-07-23 19:23
Tað eru eini 35 skip, sum royna eftir makreli í altjóða sjógvi norðanfyri føroyska makrið - á uml. 65N og 1V.
Har eru fleiri russisk skip, okkurt norskt og eini 10 føroysk skip í løtuni. Fleiri føroysk skip sigla norðureftir, tey verða á fiskileið í nátt.
3 russisk skip sigla inn fullfermd, tey skulu umskipa veiðuna í Føroyum.
Tað er gott veður á feltinum norðanfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald