JN

Nógv fleiri almennar uppgávur kunnu útveitast ??? eisini hjá SL og Akstovuni

...

2014-02-10 18:56 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder
Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at kommunur og land eiga at seta meira ferð á útveiting av almennum tænastum. Hetta kann gerast ein stórur fyrimunur fyri borgarar, vinnu, almenna raksturin og samfelagið sum heild.

Seinastu tíðina hevur kjak verið um útveiting av siglingarleiðum hjá Strandferðsluni og um akfarskanningarnar hjá Akstovuni. Tað tykist, sum kjakið rættiliga skjótt verður um prinsipp og ideologi, og tað førir sjáldan til nakra framdrift á hesum øki. Um hugt verður út um landoddarnar, eru øll grannalondini komin nógv longri við útveitingum, enn vit eru í Føroyum. Har er tað ikki longur ein politiskur spurningur, og tað er sjáldan, at politiski liturin hjá býráðnum avger, hvussu nógvar uppgávur verða útveittar.

Hóast tað við jøvnum millumbilum verður tosað um at útveita fleiri uppgávur, so privatar fyritøkur reka tænastur fyri tað almenna, er tað lítið ítøkiligt, sum spyrst burturúr í Føroyum. Og hetta er stórt spell fyri føroyska samfelagið, tí fleiri fyrimunir eru við einari meira miðvísari útveiting av uppgávum fyri land og kommunur.

Um ein útveiting er løgd væl til rættis, verða brúkararnir ofta nøgdari, og tænastan ofta meira effektivt rikin. Harumframt er ein onnur positiv avleiðing av øktari útveiting, sum ofta verður gloymd. Um kommunur og landið eru røsk at útveita, kann tað gera, at fyritøkur bera seg, sum annars akkurát høvdu haft ov lítið virksemi til at fáa ein lønandi rakstur. Hetta er serliga týdningarmikið í einum lítlum landi sum Føroyum, har tað ofta eru fáar fyritøkur í einari vinnugrein.

Um ein kommuna t.d. útveitir raksturin av kantinu ella matgerð á stovnum, kann tað vera akkurát tað sum skal til, fyri at ein matstova kann bera seg á staðnum. Og borgararnir í kommununi og vitjandi fáa ágóðan av hesum.

Hinvegin kann tað hava øvugta ávirkan, tá kommunur ella land velja at gera ein størri part av einari uppgávu sjálvi. Um ein kommuna t.d. setir handverkarar í starv fyri at gera umvælingararbeiði heldur enn at keypa hesa tænastu frá einari privatari fyritøku, kann tað vera tær mistu uppgávurnar, sum gera, at handverkarafyritøkur mugu steðga sínum virksemi. Við tí úrsliti, at borgarar á staðnum fáa færri tænastur at velja millum.

Í kjakinum um útveiting av virkseminum hjá Strandferðsluni, tykist tað sum fólk ikki geva tí gætur, at hon longu hevur útveitt bussleiðirnar og eina siglingarleið, Mykinesarleiðin, og tað við góðum úrsliti.

Neyvan hevur nakar hugsar um, at Mykinesarleiðin átti at verið rikin av Strandferðsluni sjálvari. Heldur enn at gera tað til eitt ideologiskt kjak, áttu spurningarnir at verið: Hvørjar leiðir egna seg serliga væl at útveita? Hvørjar treytir eigur tað almenna at seta privatu veitarunum á ymisku leiðunum, og hvørjir møguleikar skulu privatu veitararnir hava at leggja tænastuna til rættis? Og aðrir líknandi spurningar av praktiskum slag.

Eisini bilsýnini kundi verið útveitt, antin øll ella ein partur av teimum. Um tað almenna enn ikki følir seg trygt við at útveita øll bilsýn, hóast hetta langt síðani er gjørt í fleiri grannalondum, kundu privatu verkstøðini í fysta umfari gjørt bilsýnini t.d. tey fyrstu 5 árini í livitíðini hjá akfarinum, og so kundi Akstovan gjørt tey eftir hetta. Ivaleyst eru eisini aðrar praktiskar loysnir, sum gera tað møguligt at venja seg við tankan um eitt privat bilsýn. Í øllum førum er ferðslutrygdin í Danmark ikki verri enn í Føroyum, hóast uppgávan við bilsýnum er útveitt til privatan veitara. Í Svøríki, sum ofta verður tikið fram sum fordømi innan ferðslutrygd, verða bilsýnini eisini í alt størri mun framd av privatum verkstøðum.

Tað hendir snøgt sagt alt ov lítið á hesum økinum, og Føroyar eru í stóran mun eftirbátur í mun til grannalondini, tá tað snýr seg um at útveita almennar tænastur. Tíverri verður tað helst framhaldandi støðan, so lengi kjakið er ideologiskt heldur enn praktiskt. Tað ræður tí um at koma í arbeiðsklæðini og fáa sett gongd á útveitingar av almennum tænastum, til fyrimuns fyri brúkarar, fyritøkur, tí almenna og samfelagnum sum heild.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder