Fyritøkan letur upp eitt nýtt og fullkomið showroom, har øll áhugaðið kunnu uppliva og royna heildarloysnir frá Framskák.
Nýggju hølini eru á Smyrilsvegi 10 í Havn, har málingahandilin hjá Fróða fyrr helt til.
Í nýggju hølunum eru m.a. kunningarskíggjar, fundartøkni, arbeiðsstøðir og útgerð sett saman við denti á støðufesti og brúkaravinaligheit. Vitjandi fáa høvi at bæði síggja og royna, hvussu loysnirnar virka í veruleikanum.
- Vit uppliva, at kundar vilja royna loysnirnar heldur enn bara at síggja tær í einum katalogi, sigur Sigmund Mikkelsen, stjóri í Framskák.
Við hesum styrkja vit okkara mál um at gerast miðdepil innan tøkni til arbeiðsdagin.
Opið hús 21. november
Nú fríggjadagin 21. november kl. 15.00–17.00 bjóðar Framskák til opið hús í nýggju hølunum á Smyrilsvegi 10.
Vitjandi fáa høvi at:
- Síggja loysnir í verki
- Tosa við serkøn starvsfólk
- Njóta okkurt kalt at drekka og ábit
- Fáa serlig tilboð á degnum
Øll eru vælkomin.
Framskák gleðir seg at bjóða viðskiftafólkum, samstarvsfeløgum og almenninginum vælkomin inn á gólv at síggja nýggju karmarnar.
Framskák
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald