Vinna

Nógv ferðsla í undirsjóvartunlunum fyrra hálvár

...

2014-07-02 02:12 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Ferðslan í Vágatunlinum setti met í juni í ár við eini miðalferðslu á 2.157 bilar pr. dag. Hetta er ein øking á 13% í mun til juni seinasta ár, tá tað koyrdu 1.909 í miðal um samdøgrið. Fyrstu seks mánaðirnar koyrdu 325.755 akfør í Vágatunlinum í mun til 297.618 fyrstu seks mánaðir 2013. Ein vøkstur á 9,5%.

Eisini í Norðoyatunlinum sást ein økt ferðsla. Í juni koyrdu 2.422 akfør um samdøgrið, ein øking á 4,7% í mun til juni seinasta ár, tá tað koyrdu 2.314 akfør um samdøgrið. Íalt koyrdu 404.559 frá januar-juni í ár. Í 2013 var hetta tal 377.226, ella ein økin í ferðsluni á 7,5%.

Fleiri upplýsingar ella viðmerkingar fáast við at venda sær til Una Danielsen, stjóra á tel. 285700.

Niðanfyri yvirlit yvir miðalferðsluna pr.dag í ávikavist Vágatunnlinum og Norðoyatunlinum:

Sí myndirnar niðanfyri:

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder