Ítróttur

NM úttøkukapping í Kollafirði

...

2013-11-21 12:46 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 1. Desembur Kl. 13.00 í Kollafjarðar Skúla !

 

Talvsamband Føroya skipar aftur í vetur fyri kapping fyri børn- og ung fyri einstaklingar í talvi. Kappingin verður skipað í 5 ymiskum aldursbólkum, og er samstundis úttøkukapping til NM-kappingina 2014 - sum hesuferð verður telvað í Danmark í februar mánað 2014.


Kappingin verður í somu aldursbólkum sum til NM-kappingina:

A - bólkur: Telvarar føddir 1994-96 (17-20 ár)
B - bólkur: Telvarar føddir 1997-98 (15-16 ár)
C - bólkur: Telvarar føddir 1999-00 (13-14 ár)
D - bólkur: Telvarar føddir 2001-02 og (11-12 ár)
E - bólkur: Telvarar føddir 2003 og seinni. (10 ár og yngri)

Kappingin er opin fyri ??LLUM áhugaðum talvungdómi !


Tíðin verður 20 min. + 30 sec/leik í part til hvørt talvið.  Byrjað verður kl. 13 í Kollafjarðar Skúla.

Kappingarskipan verður løgd eftir luttakaratalinum.

 

Seinasta freist at melda luttøku, er fríggjakvøldið 29. novembur 2013 kl. 20.00.



Meldið til á tlf. 22 36 37 ella [email protected]  - Minnist til at upplýsa føðingardag tá meldað verður til.

Vanligar talvreglur eru galdandi fyri kappingarnar - hesar kunnu ikki tillagast. 

TALVSAMBAND F??ROYA

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder