Kom á Leiðaradagin 30. januar og hoyr Nils Malmros greiða frá, hvussu hann tók avgerðina um at filmatisera familjunnar lívs sorgarleik, og hvussu hesin sostatt bleiv ein partur av hansara arbeiði.
Í 1984 vóru Nils Malmros og konan Marianne Tromholt út fyri stórsta sorgarleiki, vit kunnu ímynda okkum, tá konan í einari psykosu drap lítlu dóttir teirra, meðan Nils var úti og helt fyrilestur.
Í filminum ???Sorg og glæde??? síggja vit filmsinstruktørin Johannes, sum fer heimanífrá frá sjúku konuni og 9 mánaðar gomlu dóttur teirra, út at halda ein fyrilestur.
Tá hann kemur aftur er syrgiliga vanlukkan hend. Hann kennir tað á sær alt fyri eitt, tá hann parkerar í túninum.
Kona hansara hevur í einari psykosu dripið lítlu dóttur teirra.
Á Leiðaradegnum - 30. januar - fer læknin og filmsleikstjórin Nils Malmros at greiða frá, hvørjar hugsanir hann hevði, tá hann avgjørdi at filmatisera teirra lívs sorgarleik, og um hvussu tað er at brúka seg sjálvan og familjuna so persónliga í sínum arbeiði.
Tekna teg til Leiðaradagin á www.leidaradagurin.fo ella ring til Synergi á 322355.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald