Vinna

Niels Pauli og Steintór landaðu í gjár

...

2014-07-21 13:59 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Niels Pauli og Steintór landaðu í gjár í Hvalba, teir høvdu tilsamans 200.000 pund av svartkalva og kongafiski. Søluprísurin fyri veiðuna liggur væl omanfyri kr. 2 mill, so tað má roknast fyri ein góður túrur.

Niels Pauli er farin á makrelveiðu, hann skal partrola saman við Fram, teir leita norðanfyri í morgun.

Steintór fer seinni á makrelveiðu, hann fer at partrola við Sjagakletti, Sjagaklettur roynir eftir svartkalva eystanfyri.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder