2015-03-04 21:01
Partrolararnir Niels Pauli og Steintór landaðu í gjár í Hvalba, teir høvdu tilsamans 160.000 pund, meginparturin var upsi. Hendan túrin vóru teir eystanfyri, teir vóru úti í eina viku.
Teir fara ikki nýggjan túr fyrrenn fríggjadagin ella leygardagin, Niels Pauli hevur okkurt teknist brek, sum skal rættast, áðrenn farið verður nýggjan túr.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald