2021-10-08 11:15
Á Nema stremba vit altíð eftir at nærkast kundum okkara, og eftir søluna av bygninginum á Stangavegi 53 leita vit okkum nú í nýggj høli á Klaksvíksvegi 80.
Tað merkir, at frá 14. oktober steingja vit handilin á Stangavegi og opna aftur á Klaksvíksvegi tann 1. desember.Tá bjóða vit øllum viðskiftafólkum í eini nýggj og nútímans handils- og skrivstovuhøli, og vit fara sjálvsagt framhaldandi at veita KT-tænastur og selja telefonir, hald, telduútgerð og skrivstovulutir.
Í hesum tíðarskeiðinum eru vit at hitta á tlf. 202020 og [email protected].
Vitja nethandlin á www.nema.fo, har ið vit bjóða ókeypis útkoyring í norðoyggjum.Sølu og tænastufólk eru tøk sum vanligt.
Vit gleða okkum at bjóða okkara viðskiftafólkið í nýggju hølini 1. desember.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald