JN

Nautica kom á Havnina í morgun - myndir

...

2016-07-19 10:48 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Ferðamannaskipið Nautica kom á Havnina fyri góðum tveimum tímum síðani. Skipið hevur lagt leiðina hendavegin eftir at hava verið í Lerwick í Hetlandi. Skipið var tikið í sigling í 2000, og tað kostaði 150 mió pund at byggja.

Nautica 181 metrar langt, og 25 metrar breitt. Skipið hevur pláss fyri 824 ferðafólkum, og manningin telur 386 fólk. 

Vit tóku nakrar myndir av skipinum í morgun.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder