Lýsing

Námsfrøðingur til Alvalon

...

2021-10-12 06:54 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Vegna økt tímatal søkja vit eftir námsfrøðingi til dagstovnin Alvalon í Sørvági. 

 

Um stovnin

Alvalon er ein stovnur, ið liggur í einum barna- og náttúruvinarligum umhvørvi. Vit skipa karmarnar so at børn og vaksin eru trygg, hava tað stuttligt og mennast. Stovnurin hevur tríggjar vøggustovur, tvær barnagarðsstovur við børnum úr 2,5 ár til 4 ár, eina 5 ára stovu og ein skúlabólk.

Vit arbeiða í felag um at menna stovnin og raðfesta námsfrøðiliga dygd, tí er tíð til fyrireiking og eftirmeting ein partur av arbeiðnum. Somuleiðis hava vit pedagogfundir har vit arbeiða við ymiskum evnum.

 

Um starvið

Starvið er  40 t í 6 ára stovu at byrja beinaveg og fram til summarferiuna 2022.

Um eingin námsfrøðingur søkir kann hjálparfólk vera sett í staðin.

 

Væntanir

Væntað verður at tú hevur eina jaliga menniskjafatan, hevur góð samstarvsevni, kann arbeiða sjálvstøðugt og er opin og erlig/-ur. Somuleiðis, at tú ert virkisfús/-ur, tolin, og dugir at síggja menningarmøguleikar.

 

Vit kunnu bjóða tær: 

- eitt spennandi og dynamiskt arbeiðspláss 

- at verða við í einum dugnaligum starvsfólkahópi

- eitt umhvørvi, har trivnaður, fakligheit og menning eru í hásæti

- at verða luttakandi í einum stovni í menning

 

Sí heimasíðu okkara www.alvalon.fo

 

Setanar- og lønarviðurskifti

Setanar- og lønartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag.

 

Umsókn
Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, c.v., viðmælum v.m. skal sendast til [email protected] seinast 25.10.21.

Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til Biritu Arge leiðara, tlf 233240.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder