2018-09-08 18:37

Sum vit hava skrivað fyrr í dag so hava fólk verið í Mykineshólmi eftir súlu í nátt.
Tey fingu 456 súlur og er tað nakað minni enn í fjør og fyrraárið. Esbern í Eyðanstovu bóndi í Myknesi segði við ??tvarpið klokkan 18, at tað er ein góð grund fyri at minni er tikið í ár enn seinastu árini.
Hann segði m.a. at tað hevur ikki verið veður at fara eftir súlu fyrr enn nú, og tað er ein vika seinni enn vanligt.
Myndirnar hevur Jórunn E. Wang tikið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald