Vinna

Nágreinilig lýsing av fiskastovnum

...

2015-02-26 20:38 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Hav.fo skrivar:

Fyri fiskasløgini tosk, hýsu, upsa og longu er nú ein nágreinilig lýsing gjørd av hvørjum fiskaslagi sær og løgd á heimasíðuna, sí her. Lýsing av øðrum fiskastovnum koma seinni.

 

Viðgerðin av hvørjum einstøkum stovni er nakað ymisk, alt eftir hvussu nógv vit vita um hann. Nakrir stovnar, t.d. toskur, hýsa og upsi, eru væl kannaðir, og væl grundaðar stovnsmetingar verða gjørdar av teimum á hvørjum ári. Hesir verða gjølla viðgjørdir. Aðrar stovnar vita vit minni um; stovnsmetingarnar av teimum eru ikki so álítandi, og viðgerðin tí eisini styttri.

 

Talan er í veruleikanum um dagføringar av bóklinginum ???Fiskastovnar og umhvørvi???, har allir gagnfiskar undir Føroyum vórðu lýstir. Hesin bóklingur kom út í nøkur ár, seinastu ferð í 1998.

 

Tann parturin í ???Fiskastovnar og umhvørvi???, sum snúði seg um umhvørvi, er á heimasíðuni undir ???Havumhvørvið??? og ???Plankton???

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder