Vinna

Næraberg seldur av landinum

...

2021-09-23 12:23 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Stórsti parturin av kvotuni hjá felagnum er svartkjaftur og felagið hevur síðani felagið varð stovnað fyri meira enn 20 árum síðani roynt at virðisøkja svartkjaftin umborð og at framleiða hann til matna. Hetta arbeiðið hevur verið spennandi og hevur skapt nógv føroysk arbeiðspláss, men tað hevur tíverri ikki eydnast at fáa lønandi vinnu burturúr, sigur Hanus Hansen reiðari.

Mett verður ikki at tað er fíggjarliga forsvarligt fyri felagið at halda áfram við hesi verkætlan at framleiða til matna umborð.

Felagið hevur tí tikið støðu til fyribils at støðga at framleiða svartjaft umborð og tí verður Næraberg seldur.

Kvoturnar verða framyvir fiskaðar av Norðingi og Borgaranum, sum felagið eisini eigur.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder