Vinna

Næraberg sett nýtt met

...

2015-01-19 15:29 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Nýggi Nærabeg, sum hevur verið á svartkjaftaveiðu sunnanfyri í føroyskum sjógvi, fór at sigla inn í nátt við fullari last - 3.200 tonsum, sum er nýtt føroyskt met í nøgd.

JN.fo tosaði umborð í morgun, teir hava heilfryst svartkjaftin. Tað eru 3 vikur síðan Næraberg fór avstað, men teir hava ligið bakk í 1 viku í øllum illveðrinum, sum hevur verið í nýggja árinum.

Næraberg fer fyrst á Fuglafjørð at bunkra. Í morgin skulu teir landa veiðuna í Kollafirði.

Manningin telur 41 og skipari á Nærabergi er Jónleif Joensen.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder