2014-10-22 22:09

Næraberg kom á Kollafjørð um 9-tíðina í morgun, teir hava roynt norðanfyri eftir sild, men máttu bróta túrin av, tí teir høvdu trupulleikar við eini brennistofspumpu.
Næraberg hevur 1.500 tons inni, sum teir landa í Kollafirði.
Tað kemur helst at taka nakrar dagar, at umvæla brekið, men teir rokna við, at fara nýggjan túr fyrst í komandi viku.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald