2015-03-04 17:37
Næraberg, sum hevur verið í Hollandi og landa veiðuna frá seinasta túri - 3.200 tons, er komin aftur á fiskileið vestur úr Írlandi, har teir royna í altjóða sjógvi, t.v.s. uttanfyri 200 fj. fiskimarkið.
JN.fo hevur frætt frá Nærabergi, tað er óveður á leiðini, so enn er ikki nógv komið burturúr, sagt verður frá vána veðri í nakrar dagar fram.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald