Vinna

Næraberg kemur á Kollafjørð í morgin

...

2020-12-20 23:27 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Næraberg, sum hevur verið á svartkjaftaveiðu sunnanfyri í føroyskum sjógvi, kemur á Kollafjørð seinnapartin í morgin, teir hava útvið 1.600 tons, sum teir skulu landa í Kollafirði.

Vit tosaðu umborð fyri løtu síðan - við stýrimannin Kartin Joensen, hann segði at fiskiskapurin hevði verið smáligur, men tað var fragari nú teir seinastu dagarnar, teir fóru avstað 8. desember.

Tað eru 40 mans við hendan túrin, skipari er Torvald Hansen.

??tlanin er at fara nýggjan túr 2. januar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder