2021-01-08 12:49
![placeholder](https://jn.fo/index.php/css/img/banner2x1.png)
Næraberg kom í Ánirnar í morgun, tí teir hava trupulleikar við turbinuni. Teir vóru júst byrjaðir fiskiskap eftir svartkjafti sunnast í føroyskum sjógvi, tá ið óhappið hendi.
Beinanvegin teir komu í Ánirnar, varð byrjað at taka turbinuna sundur, nýggj turbina kemur til Føroyar sunnudagin ella mánadagin. Teir rokna við, at verða klárir at fara til fiskiskap aftur mánakvøldið ella týsdagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald