JN

Myndir: Tvey ferðamannaskip komin á Havnina í morgun

...

2016-08-12 07:24 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tvey ferðamannaskip ið sigla undir flagginum hjá Bahamas komu á Havnina í morgun, talan er um Marco Polo, sum vitjar ofta í Føroyum, og Silver Wind.

Silver Wind hevur lagt leiðina hendavegin eftir at hava verið í Lerwick í Hetlandi, og kom á Havnina klokkan fyri einum tíma síðani. Silver Wind var tikið í siglind í 1995. Silver Wind er 156 metrar langt og 21 metrar breitt. Skipið tekur 294 ferðafólk, og manningin telur 208 fólk.

Marco Polo kom á Havnina klokkan 06:30, og er komi hendavegin eftir at hava verið í Leith í Skotlandi. Marco Polo hevur verið í siglind síðani 1965. Marco Polo er 176 metrar langt og 24 metrar breitt. Skipið tekur 820 ferðafólk og manningin telur 356 fólk.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder