JN

Myndir: Polar Amaroq landar í Kollafirði

...

2018-09-06 09:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder
Polar Amaroq kom á Kollafjørð í gjár og teir landa makrel. Polar Amaroq hevur henda túrin roynt í altjóðasjógvi norðanfyri Føroyar, teir hava partrola við Polar Princess sum blivu lidnir at landa í Kollafirði í gjár. Væntandi fara skipini til fiskiskap aftur í kvøld.

Tá ið vit vóru umborð á skipinum í gjár søgdu teir at teir høvdu fiskað 800 tons av makreli henda túrin. Polar Amaroq avhøddur makrelin, og tað var landa í Fuglafirði í gjár áðrenn fari var á Kollafjørð.

Við Polar Amaroq eru 22 mans við og eru teir flestu úr Grønlandi og Íslandi, eingin føroyingur er við skipinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder