
Nógv hevur verið at hoyrt um Pokémon GO seinastu dagarnar. Pokémon GO var nemliga tøkt hjá føroyingum at fáa niður á sína smartphone í vikuskiftinum, og sigast má at fleiri hava longu tikið hetta spælið til sín, tí man sær í heilum fólk ganga og royna at fanga lítlar figurar á telefonini. Neyðugt er at ganga, ella flyta seg ymiskastaðnis fyri at kunna fanga hesar lítlar figurarnar.
Í dag hava nógv fólk verið at sæð at sandinum í Sandavági, har tey hava gingið við telefonini frammi fyri at fanga hesar figurarnar í Pokémon GO spælinum.
Figurarnir kallast "pokemons", og teir eru serliga at finna á ávísum støðum í hvørjari bygd. Tvey umboð frá JN.fo vóru og leitaðu eftir "pokemons" í kvøld, og eftir lítlari løtu høvdu vit fanga 7 "pokemons". Serliga nógv "pokemons" djór vóru at finna við Løgmansgarðin. Eisini løgdu vit til merkis, at summir "pokemons" eru inni í húsum hjá fólki.
Í Sandavági eru minnisvarðin og meinigheitshúsið sokalla "Pokestop", har tað ber til at finna pokebóltar og pokeegg, eisini er størri kjansur at finna pokemonsdjór í hesum báðum støðunum.
Við kirkjuna kríggjast man, spælið er gjørt soleiðis at tað eru trý lið, og basin er við kirkjuna, og ætlar man at yvirtaka hana so skal man í eitt sokallað "Pokémon battle".
Tað ber til at fanga 133 "pokemons" í Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald