JN

Myndir: Fyrsta lastin til Varðan Pelagic

...

2018-08-29 09:56 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í gjár skrivaðu vit her á jn.fo at Tróndur í Gøtu var ávegis til Tvøroyri at landa til Varðan Pelagic, hetta er fyrsta lastin ið verður landað har síðani virkið er bygd uppaftur eftir eldin í fjør.

Fyri løtu síðani tók myndamaðurin hjá okkum á Tvøroyri Reidar Simonsen hesar myndirnar av Trónda í Gøtu, sum nú gevur Varðanum Pelagic fyrsta makrelin í yvir eitt ár.

Tróndur í Gøtu hevur 350 tons av makreli henda túrin, talan er um góðan makrel sum skal royndarkoyra virkið á Tvøroyri.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder