2015-07-18 18:52
G! festivalurin, sum er í Gøtu hetta vikuskiftið, mátti broyta eitt sindur í skránni í gjárskvøldið. Tað komst av, at náttúrukreftirnar vildu tað ørvísi, enn hvat fyrireikarnir vildu. Tað kom eitt sindur av aldu, og tað gjørdi, at tær báðar konsertirnar, sum skuldu verða á sandinum máttu flytast. Eivør er flutt til í kvøld, og Amason varð flutt yvir á Spæliplássið.
Men annars verður sagt úr Gøtu, at fríggjakvøldið eydnaðist bara væl.
Sí myndir her, sum G! festivalurin hevur lagt út á Facebook.
Sí eisini:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald