2019-05-25 08:47

Gjárskvøldið var sera væl eydnað á Bátastevnuni í Vestmanna. Fyriskiparnir siga, at hetta var tað besta fríggjakvøldið tá ið hugsa verður um hvussu nógv fólk vóru á økinum. Tað var so at siga stilli í Vestmanna í gjár, og lagi var gott á gestunum.
Fyriskiparnir siga at 100 bátar hava teknað seg til at liggja við bátabryggjurnar, og 85 húsvognar. 1500 fólk vóru á økinum í gjár.
Sambært Yr.no, so verður veðrið aftur gott í dag. 2 til 4 m/s. Hitin fer at liggja um 6 stig í dag, og í nátt verður hitin um 2 stig.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald